Fútin vil ikki blanda seg upp í málið um møguliga ákæru móti Jacobi Vestergaard og Bjarna Djurholm í samband við grannskoðaramálið. Tað skilir Rás 2.
Grein 25-nevndin í Løgtinginum heitti annars á fútan um at kanna, um grundarlag var fyri at reisa ákæru móti báðum fyrrverandi landsstýrismonnunum fyri brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna í samband við handfaringina av grannskoðaramálinum
Men fútin vil, sum skilst, ikki blanda seg upp í málið vísandi til orðingarnar í lógini.
Í lógini um ábyrgd landsstýrismanna grein 9 stendur nevniliga millum annað, at:
?løgmaður eins væl og løgtingið kann gera av at reisa ákæru viðvíkjandi broti á hesa løgtingsløóg og ger samstundis av, hvør skal virka sum ákæri vegna hitt almenna í málinum.?
Víðari stendur í stykki 2, at:
?tann av løgmanni ella løgtinginum tilnevndi ákærin hevur somu heimildir og skyldur í málinum sum fútin/statsadvokaturin/ríkisákærin/løgmálaráðharrin hevur eftir rættargangslógini, men er ikki undirgrivin nøkrum ríkismyndugleika.?
Við øðrum orðum skal fútin ikki blandast upp í málið.
Fútin verður ikki at hitta fyrrenn hósdagin, siga tey á Fútaskrivsstovuni, og tað hevur enn ikki eydnast okkum at fáa orðið á Alfred Olsen, formann í Grein 25-nevndini.










