Seinasti naglin er negldur í sethúsini úti í Bakka á hesum sinni. Fútarætturin viðgjørdi hósmorgunin umsóknina frá Tórshavnar Býráði um at seta forboð móti byggingini. Býráðið hevði tó sjálvt givið loyvi til tess, men fekk boð úr landsstýrinum um at steðga byggingin, og tað varð gjørt.
Landsstýrið metti, at býráðið við byggiloyvinum breyt byggisamtyktina fyri hetta økið, tí økið varð kannað almennum stovnum og skrivstovum.
Sorinskrivarin segði, at góðar grundgevingar vóru fyri at steðga byggingini, og tað verður gjørt beinanvegin. Tað er harafturat revsivert at halda fram við at byggja sethúsini.
Nú skal hesin dómurin staðfestast í einum staðfestingarrættarmáli, har málið verður gjøgnumgingið meira nágreiniliga, og partarnir verða avhoyrdir. Orsøkin er, at fútarætturin er bara ein fyribils rættur, sum ikki kann taka endaliga støðu. Hetta málið skal leggjast fram, áðrenn sjey dagar eru farnir, tí annars dettur fútaforboðið burtur.
Dómarin metti, at byggiloyvið varð tikið aftur við brævinum frá landsstýrinum 3. oktober.
Endurgjald
Tað er tó lítil ivi um, at Jóhan Mac Donald fer at krevja endurgjald, um ætlaðu sethúsini verða av ongum, tá býráðið í tveimum førum gevur honum loyvi at byggja, men síðani tekur tað aftur. Slíkum sleppur býráðið neyvan órevsað frá.
Sakførari hansara segði í rættinum, at hansara klientur hevði havt stórar útreiðslur av byggingini, og tí var tað av stórum týdningi.
Landsstýrið góðkendi annars leigusáttmálan millum býráðið og Jóhan Mac Donald, og býráðið gav byggiloyvi. Síðani steðgaði landsstýrið byggingini, men býráðið staðfesti, at talan var um eitt smávegis frávik frá byggisamtyktini, men hesum vísti landsstýrið aftur. Nú er byggingin í øllum førum steðgað.