Útlendingamálið
Hóast boðini fyri stuttum vóru frá fútanum, at tað ikki varð gjørt meira við útlendingamálið her og nú, so eru aftur greiðar ábendingar um, at útlendska arbeiðsmegin hjá ítróttafeløgum skal eftirkannast.
Alt byrjaði sum kunnugt við skrivinum frá VÍF umframt onkrari aðrari fráboðan, og úrslitið av hesum varð tá, at VB, Neistin og Stjørnan vórðu kannað, og í hjá VB varð úrslitið, at tey leiktu fleiri dystir uttan at gera nýtslu av útlendsku arbeiðsmegini.
Politiskt er málið eisini viðgjørt, og líkt er nú til, at ítróttarfeløg koma at fáa okkurt slag av sersømdum, soleiðis at partur av pappírsarbeiðinum kann avgreiðast, eftir at fólkini eru komin til landið.
Fríggjadagin visti Útvarpið at siga, at løgreglan hevði sett seg í samband við eitt ítróttafelag í Havn, har váttan skuldi fáast fyri, at ymsu loyvini vóru í rættlag.
Sum vit hava skilt, so er tað HB, sum er biðið um leggja øll skjøl á borðið viðvíkjandi Nico Dugaru. Rumenski miðvallarin hevur annars leikt við føroyameistarunum í tvey ár, og sambært formanninum í HB, Birgir Enghamar, so vóru heldur ikki nakrir trupulleikar við pappírnum her, og í øllum førum hevði HB so ikki hoyrt nakað aftur um málið.
Enn er so ikki staðfest, hvørt talan verður um fleiri feløg, men við Útvarpið segði Bergleif Brimvík, at fær løgreglan illgruna um at viðurskiftini ikki eru í lagi, so verða kanningar gjørdar.