Fútin fær frammaná

Atfinningarnar hegla niður yvir ovastu leiðsluna í politinum, og seinasta trivnaðarkanningin sigur, at ongastaðni í ríkinum er trivnaðurin í politinum so vánaligur sum í Føroyum

Hvørt ár verður ein trivnaðarkanning gjørd í øllum økjunum hjá politinum í ríkinum við endamálini at síggja, hvar ábøtur skulu gerast.
Einki sæst til, at neyðugu ábøturnar eru gjørdar i Føroyum, tí tað gongur afturá við trivnaðinum. Seinast kanningin vísti, at trivnaðurin er ringast í politinum í Føroyum.
Hetta heldur Karen Marie Olesen, fúti einki vera at siga til. Hon vísir til bygnaðarbroytingarnar, sum gjørdar eru í politinum.

Álvarsligt
Men mistrivnaðurin stingur djúpari enn so, og hann hevur einki við blámusoppin at gera, tí seinasta trivnaðarkanningin varð gjør dlangt fyri, at nakar blámusoppur varð staðfestur á politistøðini í Havn.
Í einum innanhýsis skrivi rópar ein politistur varskó.
- Nú er botnurin náddur, skrivar hann og vísir á, at so at siga allar kanningar vísa, hvússu ónøgd og frustrerað starvsfólkini eru.
Evsta leiðslan kennir ikki sína uppgávu.
- Leiðarar og millumleiðarar geva úttrykk fyri, at tey einki vita um, hvat og nær tingini henda, og tað er ikki í lagi. Ein bygnaðarbroyting, sum hevur staðið uppá í nærum fýra ár, er heilt bururvið, ein og hvør leiðari í privatu vinnuni hevði fingið fótin, skrivar politisturin.

Vánalig leiðsla
Hann heldur, at tiknar avgerðir ofta verða broyttar, og at leiðsluni vantar álit á leiðarum sínum.
Í brævinum kemur hann inn á fyribilsloysnina við at hava útrykningsdeildina í bingjum í politigarðinum orsakað av soppavøkstrinum. Henda loysn átti ongantíð at verið komin upp á tal.
- Í nøkrum málum er tað lægsti felagsnevnari, sum telur, og tað er tað í hesum førinum, tí hetta er ikki ein fyribilsloyn. Evsta leiðsla hevur verið alt ov veik í forhandlingsstøðuni, ella vilja tey bara vera fitt við tey, sum sita omanfyri, skrivar politisturin.
Hann nevnir, at bingjuloysnin er brot á arbeiðsumhvørvislógina, og trygdin er so sum so.
- Eg haldi, at vit ikki skulu finna okkum í hesum longur, leiðslan eigur beinanvegin at fáa hesar bingjur, hagar piparið grør. Um leiðslan ikki finnur út av tí, kunnu vit hjálpa teimum við at seta tiltøk í verk, tað plagar at hjálpa.
Politisturin sigur støðuna í politinum vera so vánaliga, at tað tekur langa tíð at byggja ppaftur.
- Hetta eru viðurskifti, eg kundi hugsað mær vórðu umrødd við okkara fakfelag í politiblaðnum, men av tí at eg ikki kenni avleiðingarnar hesaferð, velji eg hesa loysn, skrivar politisturin.
Karen Marie Olesen, fúti vil ikki gera viðmerkingar til skivið.

Hansara meining
- Einum og hvørjum stendur frítt at hava sína hugsan, men eg haldi, at hann átti heldur at verið farin til sítt fakfelag, sigur fútin.
Hon leggur aftrat, bingjuloysnin er ein neyðloysn.
- Tað er ein neyðloysn, sum skríggjar til himmals. Vit arbeiða við at finna aðra loysn og vænta at byrja flyta í næsta mánaði, sigur Karen Marie Olesen.