Fótbúni í miðbýnum og Miðlon

Ein av gomlu og kendu handlunum í Havn er Fótbúni, sum í dag hevur handlar bæði í miðbýnum og í Miðlon við Hoyvíksvegin.

Fótbúni er, sum navnið sigur, ein handil ið hevur spesialiserað seg í skótoyi og øðrum til kvinnur, menn og børn.


Til kvinnur og menn selur handilin skógvar og stivlar av merkjunum sum t.d. Mary B, Clarks, Up A Tree, ecco, Gabor og Ralph Boston umframt Levante sokkabuksir og taskur av ymiskum sløgum.

Til børn selur handlin skótoy av merkjum sum t.d. Viking, Bundgaard, ADI, Taxi og Btween.


Søgan um Fótbúna byrjar longu í 1947, tá Karl Joensen lat upp skósmiðju og handil við Villingardalsvegin í Havn. Í 1954 flutti handilin oman í Lucas Debesesargøtu, og í 1955 í Tróndargøtu, har handilin í miðbýnum framvegis er. Í september 2009 læt Fótbúni upp ein handil í Miðlon.


Í dag verður handilin rikin av triða ættarliði. Tað eru Bjarni og Súsan Joensen, sum eiga og reka Fótbúna.


Fótbúni í miðbýnum og Miðlon hava fingið nógvar vørur heim til jólasøluna og eru á tremur við nýmótans skótoyi til kvinnur, menn og børn eins og jólagávuhugskotum.