Klokkan 16 í dag fara meistararnir í B36 undir setningin at verja FM heitið. B36 hevur vunnið FM níggju ferðir, men higartil hevur tað ongantíð eydnast at endurvinna FM heitið.
Undan fyrsta umfari er tað greitt, at Ingi Højsted ikki verður við í dag, og tað er sannlíkt, at hann ikki verður við næsta mánaðin og kanska meiri enn tað. Í stórsteypadystinum síðsta leygardag var Ingi á vøllinum í eitt stórt korter, áðrenn hann fór skaddur av vøllinum:
-Trupulleikin er í vinstra knæi. Talan er um liðbandsskaða. Tað verður ikki fyrr enn eftir MR skanningina, at tað verður greitt, hvussu meinur skaðin er, sigur Ingi Højsted.
Tvær ferðir áður hevur Ingi verið leingi burtur frá orsaka av knæskaðum. Í báðum førum var talan um slitið krossband høgru megin í knænum. Bæði í 2006 og 2007 var neyðugt við skurðviðgerð. Í fjør spældi Ingi 23 ferðir á besta B36 liðnum. Orsaka av skaðum spældi hann ongan dystin á tamb, men varð innskiftur og útskiftur.
Ingi Højsted var einsamallur og ikki í nærdysti, tá ið hann leygardagin varð skaddur og noyddist av vøllinum.
Umframt Inga Højsted er Høgni Eysturoy ikki tøkur. Hann er leikbannaður, og tað er sannlíkt, at Bárður Olsen verður vongverji í høgru hjá heimaliðnum. Ivasamt er tað, um Jákup á Borg er førur fyri at vera við frá fyrsta bríksli.
Uppflytararnir í FC Suðuroy rokna sambært venjaranum Poul F. Joensen við torførari avbjóðing í Gundadali í dag:
-Vit bjóða okkum fram, og vit spæla fyri møguleikanum. Í fjør stríddust vit fyri at flyta upp, og tað eydnaðist. Nú stríðast vit fyri at varðveita plássið, og eftir 27 umfør fer tað at vísa seg, hvussu stór úrtøkuan verður.
Hjá FC Suðuroy eru Eyðstein í Lágabø og Jón Krosslá Poulsen orsaka av skaðum ikki førir fyri at spæla ímorgin.
Ransin N. Djurhuus verður 23. maður á ovara vølli í Gundadali í dag.










