Fótbólturin krússar kavan av

Í morgun grava teir kavan av vøllinum í Klaksvík, har tað seinnapartin vera tveir fótbóltsdystir

Hóast tað hevur kavað í nátt, og tað í morgun er hvítt – ikki minst norðanfyri – so letur tað til, at finaludystirnir í Klaksvíkskappingini í fótbólti vera seinnapartin.

Skráin sigur, at Víkingur og B36 skulu spæla um triðja plássið klokkan 13.30, og at KÍ og NSÍ skulu spæla um fyrsta plássið klokkan 16.00.

Nakrir av óføru monnunum hjá Klaksvíkar kommunu eru í holtur við at rudda vøllin.

Myndina hevur ein av teimum, Jón Harald Poulsen, tikið.

Eitt er at fáa kavan av vøllinum. Annað er, um hitastigini eru undir frostmarkinum. Tá ber ikki til at spæla fótbólt, tí vandin fyri, at spælararnir verða skaddir, verður so stórur.

Veðurforsøgnin sigur, at tað seinnapartin vera tvey hitastig í Klaksvík.