Fótbólturin fer í summarfrí

Síðsta umfar undan summarsteðginum verður í kvøld

Sekstanda umfar í bestu fótbóltsdeildini verður í kvøld, tá ið fýra dystir verða spældir. Tann fyrsti var í gjárkvøldið, tá ið NSÍ á heimavølli setti meistararnar í B36 upp á pláss. Hóast NSÍ var undirmannað í væl meiri enn ein tíma, eydnaðist tað heimaliðnum við Løkin at vinna 2-1 og við sigrinum at lyfta seg fram á næstfremsta plássið.

 

Um NSÍ skal halda summarfrí frá landskappingini á øðrum plássi valdast um úrslitið við Stórá í Trongisvági, har Víkingur fer at vitja í kvøld.

Tað er greitt, at KÍ fer í summarfrí sum topplið. Hvussu langt tað verður aftur til næstovasta liðið er eisini treytað av, hvussu úrslitið verður, tá ið AB fer at vitja í Klaksvík í kvøld.

 

HB og ÍF kappast um fimta pláqssið. Í kvøld eigur HB heimavøll ímóti B68, meðan ÍF skal spæla á útivølli ímóti Skála.

Hetta er síðsta umfar í Effo-deildini undan summarsteðginum, sum verður fram til 24. juli.

 

Í kvøld

KÍ-AB: Rúni Gaardbo kl. 19.00

Skála-ÍF: Ransin N. Djurhuus kl. 18.30

HB-B68: Petur Reinert kl. 18.00

TB-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 18.30

 

Hóskvøldið

NSÍ-B36 2-1 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen br 45.

2-0: Klæmint A. Olsen 75.

2-1: Høgni Eysturoy 91.

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Johan Jacobsen, Jákup Andrias Gaardbo, Per Langgaard, Monrard Holm Jakobsen - Nikolaj Køhlert, Høgni Madsen (Hans Marius Davidsen, 90.) - Jonleif Højgaard (Jann Martin Mortensen, 60.), Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen

Gult kort: Johan Jacobsen, Jákup Andrias Gaardbo

Reytt kort: Jákup Andrias Gaardbo 22. (tvey gul)

B36: Trygvi Askham - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen (Alex Mellemgaard, 65.), Hørður Askham, Høgni Eysturoy - Róaldur Jakobsen, Odmar Færø - Jákup á Borg, Gestur B. Dam (Hanus Thorleifsson, 65.), Jógvan Skeel Nolsøe (Pætur Petersen, 81.) - Sebastian Pingel 

Gult kort: eingin

 

Støðan

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=792