Fótbóltur á vetrartíð

Langt um leingi varð seinni dysturin millum MB og SÍF avgreiddur

Fótbóltur

Hetta vóru dystirnir, sum skuldu gera av, hvat av liðunum skuldi halda fram í aðru deild, nú Fótbóltssamtakið Vágar var farið fyribils í søguna.
Og nú er so greitt, at tað verður SÍF, sum heldur fram í hesum. Eftir 3-0 í rokdystinum fyri góðum mánaði síðani, var talan hjá MB hesaferð um eitt sera ungt lið, og hesir fingu ikki gjørt stórt við meira royndu grannarnar úr Sandavági.
13-0 gjørdist endaliga úrslitið, og soleiðis vann SÍF við samanlagt 16-0.

Óneyðuga drúgt
Meira enn fótbólturin, so fer tað tó framyvir helst at vera so, at dystirnir millum MB og SÍF fara at hanga í minninum fyri alt tað, sum fyrifórst uttan fyri vølli.
Her kom av álvara øði í grindina, tá Kappingarnevndin av sínum eintingum tók málið um fyrra dystin upp til viðgerðar. Nakað sum nevndin tó hevur fullan rætt til, um hon metir at annar parturin hevur forbrotið seg inn á fótbóltslógirnar.
Ein partur av úrskurðinum hjá Kappingarnevndini var ta ferðina, at bæði feløgini skuldu lata dómaraseðilin til seinna dystin inn longu eitt samdøgur undan dystinum sjálvum. Hetta tí nevndin við hesum vildi tryggja sær, at talan ikki var um ólógligar leikarar av nøkrum slag.
Teimum kravboðunum noktaði MB at fylgja, og kærdu teir ístaðin avgerðina til Dómsnevndina. Og tað er her, at málið gerst óneyðuga drúgt. Fyrra kæran, sum MB sendi inn í málinum, varð send 5. november, men ikki fyrr enn seinasta vikuskiftið kom so úrskurðurin hjá Dómsnevndini, har tað varð staðfest, at seinni dysturin skuldi spælast.
Tað hevði so við sær, at leikarar, sum millum lítið og einki hava gjørt í ein mánað ella har á leið, aftur noyddust á vøllin, og tað fær ikki verið optimalt fyri nakran partin. Serliga ikki, tá reglurnar hjá Dómsnevndini staðfesta, at ein úrskurður skal fyriliggja í seinasta lagi tvær vikur eftir, at nevndin hevur móttikið eina kæru.