Fremsta føroyska fótbóltsdeildin skifti í gjár navn til Vodafone-deildin.
Í sjálvum sær er tað einvíst positivt fyri føroyskan fótbólt, at tað á henda hátt ber til at selja sítt egna brand, og ongan tíð betri, enn tá peningurin fyri avtaluna fer beinleiðis til arbeiðið í feløgunum, sum jú eru sjálvt grundarlagið undir FSF og harvið eisini fótbóltslandsliðum okkara.
Seinastu fýra árini hava prógvað, at tað eisini her heima væl og virðiliga ber til at navngeva eina deild eftir ávísum høvuðsstuðli.
Meiningarnar um hetta vóru annars sera ymiskar, tá samstarvið millum Formula.fo og FSF byrjaði fyri fýra árum síðani. Og eitt nú fekk hetta somikið ilt í part av kringvarpsmanningini, at fótbóltsføroyar í nakrar vikur máttu halda ondini, tí vandi var fyri, at fótbólturin – og kanska ítróttur sum heild – máttu av sendiflatuni.
Nú fýra ár seinni er eingin ivi um, at Formula-heitið hevur bitið seg fast millum manna. Tosað og skrivað verður um Formula-deild, Formula-bólt og Formula-feløg, uttan at hetta á nakran hátt kennist ónáttúrligt.
Talan er um branding, sum hevur riggað framúr væl. Ja, somikið væl, at hetta í sjálvum sær kann gerast ein tann størsta avbjóðingin í nýggja samstarvinum. Formula-heitið er í dag somikið inngrógvið í føroyska fótbóltsheiminum, at tað fer at krevja eina sera miðvísa marknaðarføring, um Vodafone-heitið skal vinna seg líka fast. Og tað er at vóna, at marknaðarføringin av hesum fer at eydnast eins væl. Tí hetta er í sjálvum sær fortreytin fyri, at talan eisini í framtíðini kann verða um felags branding av bestu fótbóltsdeildini og føroyskum vinnufyritøkum.