Fótbóltur og dansur í Føroyahúsinum

Leygardagin 4. september hava allir føroyingar í Keypmannahavnsumráðnum, møguleika til at síggja HM undandystin ímillum Føroyar og Sveits. Eisini verður dansur við Hans Petur í Brekkunum á odda

Leygardagin 4. september hava allir føroyingar í Keypmannahavnsumráðnum, møguleika til at síggja HM undandystin ímillum Føroyar og Sveits.
Dansifelagið Fótatraðk skipar nevniliga fyri einum rimmar fótbólts og dansikvøldið, nú nýggja lestrarárið júst er byrjað.
Bæði dysturin ímillum Føroyar og Sveits og dysturin ímillum Danmark og Ukraine verða vístir á stórskýggja.
Møguleiki verður at keypa heimagjørda pizza og eitthvørt leskandi afturvið.
Eftir fótbóltin, frá kl 22-04, spæla Hans Petur í Brekkunum, Stamen Stanchev, Agnar Lamhauge, Hans Pauli Tórgarð og Trúgvi í Brekkunum til dans.
Portrið letur aftur kl 01, so fólk verða biðin um at vera við dyrnar áðrenn kl 01. Atgonugmerkini kosta 80 kr.