Fótbóltur: Hví fingu vit ikki bólk níggju

HM-lutakastið: Enn einaferð drógu føroyingarnir svart, tá lutakastið til HM-undankappinginga var í Tokyo fyrrapartin í gjár. Fíggjarligi ynskidreymurin um Týskaland og Ongland gjørdist til marruna um enn einaferð at hitta Jugoslavia og Russland, og við honum hvurvu einar fýra til fimm milliónir krónur verður mett

So hendi tað aftur. Lutakast hevur verið til eina undankapping hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, og enn einaferð var úrslitið sum ein ringur marrudreymur á miðjari nátt.

Vónirnar um, at eydnugudinnan fór at vera við føroyingum hesaferð, eru brostnar enn einaferð. Tá til stykkis kom, sat hon hjá Albanum, sum skulu hitta so fræg og spennandi lond, sum Týskaland og Ongland. Bæði ítróttarliga og serliga fíggjarliga.

Áðrenn farið var til Tokyo var sagt, at vit helst skuldu sleppa undan at draga tey eystruevropeisku londini, tí har eru lítlir pengar at heinta, og tí at tað er torført at koma hagar. Ístaðin sita føroysku umboðini nú og »hyggja langt« eftir bólkinum hjá Albania, og spyrja hví endaðu vit ikki har ístaðin.

Í so máta var lutakastið av teimum frægu, tí tá vit skuldu draga eystanlond, vóru hesi ikki tey ringastu. Ítróttarliga vóru tey harafturímóti tað ringasta sum kundi henda. Liðini, sum fullu okkara landsliði í lut, eru krútsterk.

Føroyska landsliðið hevur hitt Jugoslavia fyrr, við misjøvnum úrslitum. Í seinastuni hevur munurin ikki verið so stórur sum fyrr, men tað man vera óðamannaverk at vænta sær stig móti jugoslavum.

Russar hava vit eisini hitt fyrr og tey flestu minnast nokk hvussu hýrurin var tá Todi legði føroyingar framum 2-1, men har frá til at vóna at vit fara at vinna á russum er kanska í so næsadjarvt. Tað skal kortini leggjast afturat, at russiska bjørnin er ikki so hóttandi longur. Tað kunnu íslendingar tosa við um.

Slovenia er eitt nýtt og eitt sera spennandi lið. Teir gjørdu øllum serfrøðingunum til skammar, tá teir vunnu samanlagt á Ukraina og kvalifiseraðu seg til EM-endaspælið í Hollandi og Belgia. Við tí í huga, mugu vit meta, at teir eru sterkir, men tað er her á leið, at møguleikarnir fyri stigum á útivølli fara at vísa seg.

Sveits var við undirlutan í bólki Danmarkar í undankappingini, sum júst er farin afturum, men má kortini metast sum eitt sterkt lið. Sveitsarar hava eitt rættiliga gott landslið, og m. a. vóru teir við til HM í USA og til EM í Onglandi, og tí eru teir heldur ikki at spæla við. Teir hava ikki somu styrki í dag, men allíkavæl...

Skal liðið fáa stig, so skal tað vera móti Luxembourg, sum er úr sama bólki sum Føroyar.

Vit hava ongantíð áður spælt móti Luxembourg, og tí verður tað í sær sjálvum ein spennandi uppgáva, sum føroyska landsliðið eigur - og skal - vinna.

Kortini skal so leggjast afturat, at luxembourgarar eisini eru batnaðir nógv í fótbóltshøpi, og tí verður heldur ikki talan um ein lættan dyst.

Samanumtikið má sigast, at peningaliga var lutakastið eitt risastórt vónbrot. Fyri leikararnar er nokk at tríva í, og tað er eingin vandi fyri, at teir ikki vera uppsettir, tí talan er um stórar uppgávur.

Fyri áskoðaran, og harvið aftur peningaliga fyri FSF, er talan um eitt stórt vónbrot. Vit hava sæð hesi londini fyrr, og tí høvdu vit øll glett okkum til at síggja Shearer, Bierhoff, ella Schmeichel á Tórsvølli, men tað má so bíða fyribils.

Men munnu fólk ikki fara at koma á Tórsvøll kortini?