Stórur fótbóltsdagur verður á FM1 seinnapartin.
Klokkan 13 verður sendingin Fótbóltspanelið endursend. Tá hon er liðug verður sent beinleiðis.
Klokkan 14 sigur FM1 beinleiðis frá dystinum millum B36 og Skála á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Klokkan 16 sigur FM1 beinleiðis frá dystinum millum ÍF og KÍ í Fløtugerði í Fuglafirði. Teitur Joensen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Klokkan 18 sigur FM1 beinleiðis frá dystinum millum EB/Streym og TB við Margáir í Streymnesi. Hans Pauli Samuelsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu hoyra beinleiðis dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum.