Fótbóltur á føðingardegnum

Í meira enn 20 ár hava nakrir mans í Klaksvík spælt fótbólt í KÍ-høllini týsmorgun klokkan hálvgum sjey.

Soleiðs var eisini týsdagin í hesi vikuni, men tá var ein rundur føðingardagur á skránni. Johan Páll Joensen, vinnulívsmaður og nevndarformaður í Føroya Banka, fylti 50 hendan dagin, og hóast talan var um ein rundan dag, so skuldi fótbólturin ikki forsømast.
Aðrir á liðnum hava eisini fylt nú um dagarnar. Hugo Thomsen gjørdist 49 týsdagin, og síðsta leygardag fylti Jógvan Høj 50.
Onkur helt fyri, at talan má vera um eitt miðaldrandi lið av fótbóltsspælarum.