Hann er altíð róligur og sáttligur, men á tíðindafundinum eftir lokið stríð duldi hann ikki fyri, at hann var meiri enn nøgdur við, at hann og undirsáttarnir hjá honum kundu fara úr Føroyum við øllum trimum stigunum. Harvið hava estlendingarnir í hvussu so er inntil í annaðkvøld, tá teir á heimavølli spæla móti Skotlandi, møguleika at vinna annað plássið og harvið høvið at spæla um eitt pláss í EM endaspælinum, sum verður í Hollandi og Belgia komandi summar.
? Vit ætlaðu at vinna, men eg má ásanna, at sum seinni hálvleikur leið, so snúðu hugsanirnar hjá mær seg meiri um, hvussu vit skuldu byrgja fyri, at føroyingarnir ikki fingu sigursmálið. Í 1. hálvleiki haldi eg, at vit leikliga vóru á hædd við mótstøðumenninar, men í 2. hálvleiki megnaðu føroyingarnir at kroysta okkum aftur á vøllin, teir høvdu onkrar møguleikar, men tíbetur fingu teir einki mál, og tað skulu vit vera fegnir um.
Tú skifti tveir spælarar inn mitt í 2. hálvleiki, var tað tí tú vildi styrkja um møguleikan at vinna?
? Nei, eg skifti út fyri at styrkja um verjupartin, men so var tað, at vit fingu tvey mál uppá deyðbóltsstøður. Vit hava vant nógv við deyðbóltsstøðum, og vit hava ofta fingið nógv burturúr. Í dystinum í dag høvdu vit tveir ella tríggjar møguleikar, og vit fingu tvey mál, og tað kann eg ikki annað enn vera sera væl nøgdur við. Satt at siga havi eg vegna Allan Simonsen ilt av, at úrtøkan hjá óføru føroyingunum skuldi vera so lítil, men vit mugu bara staðfesta, at fótbóltur hevur ikki nógv við rættvísi at gera.
Besti álopsspælarin viðaftur
Ætlar tú at gera nakrar broytingar á liðnum uppundir dystin móti Skotlandi?
? Besti álopsspælarin hjá okkum eitur Andres Oper. Hann spælir í Aalborg, men tíverri var hann so mikið skaddur, at tað bar honum ikki til at spæla hesa ferð. Eg vóni og rokni við, at hann verður við frá byrjan mikukvøldið. Vanliga er Marek Lemsalu, sum spælir í Strømgodset í Noregi, liðformaður hjá okkum, men hann var so mikið skaddur, at hann kundi bara vera við síðstu løtuna. Eg veit ikki, um hann verður tøkur mikukvøldið, segði Teitur Þordarson, áðrenn hann saman við hinum í estlendska ferðalagnum fór í bussin, sum koyrdi teir vestur í Vágar, hagani teir fóru klokkan tíggju leygarkvøldið og lendu í Tallinn tíðliga sunnumorgunin.
Allan Simonsen ynskti íslendinginum góða eydnu mikukvøldið, og tað er einki at siga til, at tað kendist hugaligt hjá venjaranum og estlendingunum, tá teir fóru úr Gundadali.