Ítróttarhúsið verður væntandi liðugt uttan áðrenn ársskiftið, sambært Sunda kommunu.
Tað er fyritøkan Sp/f Müller í Kvívík, sum ger arbeiðið. Við í arbeiðnum er eisini tak yvir øll tey verandi og tey nýggju sitiplássini umframt klæðing, vindeygu og annað.
Trivnaðarnevnd mælir til, at niðara hæddin í nýggja ítróttarhúsinum verður fitness-miðstøð, og í løtuni verður arbeitt við, hvussu hølini skulu innrættast. Arbeiðið at gera fitness miðstøð fer í gongd fyrst í komandi ár.
Í løtuni verða eisini nýggj vallarljós sett upp. Tað er Maskinhandilin í Runavík, sum hevur leverað ljósini.
- Kommunan gleðir seg til í summar, tá dystir aftur verða spældir við Margáir í Streymnesi, nú í enn betri umstøðum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.