Í sambandi við, at Sosialurin gevur út »Fótbóltur ?99« saman við eini fløgu av Taxi, hevði kioskin Hornið í SMS sett upp ein sølubás á lítla torginum í SMS, har møguleiki var at keypa blaðið og fløguna. Tá myndamaðurin hjá okkum kom framvið, høvdu Jobin og Jytta Drangastein júst ognað sær blaðið og fløguna. Tey vóru spent uppá at fara heim at lesa, nú fótbóltslandskappingin byrjar.