Fótbóltsvikuskifti í Glitni

Glitni skipar fyri upphiting til dystin millum HB og GÍ í Gundadali.Sunnudagin Klokkan 13.30 verður fótbóltshugni í hølunum í Vágsbotni. Vanliga nýta fleiri hetta høvið at geva eitt boð uppá úrslit, tosa um byrjunar uppstilling, og annars fáa rætta fótbóltslagið fram. Áðrenn dystin verður ókeypis bussur niðan í Gundadal.

 Men fótbóltsfjepparar nýtast ikki at bíða til sunnudagin, longu leygardagin er nógvur fótbóltur á stórskíggja. Kl. 17.15 bresta Middelsbrough og Arsenal saman og klokkan 19.00 er <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;La Liga&quot;$?$end$!$La Liga</st1:PersonName$?$end$!$ á skránni við dystinum millum Real Madrid og Celta Vigo.