Fótbóltsvøllurin á Sevmýri verður nú kampingpláss

Gamli, siðvandi fótbóltsvøllurin á Sevmýri á Tvøroyri, verður nú kampingpláss.

Vøllurin varð ikki góðkendur til fótbólt longur og sostatt varð nýggjur vøllur tikin í nýtslu inni við Stórá í Trongisvági, har TB nú spælir sínar heimadystir.

Men í hesum sambandi vóru eisini bæði fotbóltsvøllur og TB-Húsið á Sevmýri lýst til sølu.

Nú er so avgjørt, at tað eru tvøramenninir báðir, Bjarni Hammer og Júst Johannesen, sum hava keypt bæði vøll og hús.

Hóast Bjarni Hammer ásannar, at bæði hús og vøllur krevja stórar ábøtur, hava

teir hava stórar ætlanir við stóra økinum á Sevmýri.

Men hann sigur, at ætlanin er at fara spakuliga til verka, so hvørt sum ráðini vera og umstøðurnar loyva tí.

Hinvegin roknar hann við, at um eitt hálvt ár, ella eitt ár, skuldi alt verið klárt.

Lív í

Kortini væntar hann, at tað verður ikki so leingi, áðrenn tað aftur verður lív í á Sevmýri.

Í fyrstu syftu er ætlanin at gera vøllin til eitt nýmótans kampingpláss, við bæði streymi, vatni og møguleika fyri at tøma rottangar og spillvatn.

Men í sambandi við kampingplássið er ætlanin at gera ein part av vøllinum til spælipláss við ymsum stuttligum hentleikum til børnini.

- Vit ætla eisini, at tey, sum hava vogn á kampingplássinum, eisini skulu kunna brúka brúsur, køk og aðrar hentleikar í TB-Húsinum.

Men húsið hevur verið brúkt til ymisk tiltøk og ætlanin er eisini at leiga tað út til samkomur, borðhald, bingo og onnur tiltøk.

Somuleiðis hava teir søkt um dansiloyvi og tað hevur Tvøroyrar Býráð viðmælt.

Bjarni Hammer veit ikki, hvussu nógvur dansur verður í TB-húsinum, men ætlanin er í øllum førum at hava allar góðkenningar til taks, skuldi tað verið.

Sjálvur ivast hann ikki í, at dansur verður aftur í TB-Húsinum.

- Tað verður ikki dansur, sum fer at dríva verkið, men vit vilja so hava møguleikan, skuldi so verið.

Men eitt, teir eisini hugsa um, er at skipa fyri barnadansi onkuntíð.

Hinvegin er TB húsið eitt av heilt fáum húsum í Suðuroy við palli og Bjarni Hammer heldur avgjørt, at ein møguleiki

er eisini at spæla sjónleik ú TB-Húsinum, kanska við at fáa sjónleikir aðrastaðni frá, til Suðuroy