Levi Mørk, býráðslimur
------------
Tað er sera umráðandi at fáa tikið eina nýggja støðu til, hvar í nýggi fótbóltsvøllurin hjá FC-Hoyvík skal liggja. Tað er samtykt í byggi- og býarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu í 2010, at vøllurin skal liggja tæt við nýggja Skúlan á Løgmannabreyt. Henda avgerð er eftir mínum tykki skeiv.
Eg meti ikki at hetta er tann rætta avgerð, sum byggi- og býarskiparnarnevndin hevur tikið og hóast eg var við til at samtykkja hesa ætlan á sinni, sum partur av nevndini. Men her má eg viðganga, at hetta ikki er tann rætta avgerðin, sum tikin er.
Orsøkin til at eg havi broytt støðu er, at málið burdi verið lýst betur, áðrenn støða varð tikin í byggi og býarsiparnarnevndini á sinni. Eg haldi eisini, at ynskini hjá FC-Hoyvík um hvar vøllurin skal líggja og ynskini hjá teimun sum koma at brúka fótbóltsvøllin í Hoyvík, skal hoyrast. Tað er ikki gjørt í hesum málið. Vit vit eisini at tað búgva uml. 4000 í Hoyvík og tørvurin er stórur fyri hesum fótbóltsvølli.
Eg føli eisini at henda avgerð varð koyrd ov skjótt ígjøgnum í byggi- og býarskiparnarnevndini. Tí ynski eg nýggja viðgerð av málinum á fyrst komandi samgonufundi.
Tað er umráðandi at fylgja tí demokratisku ynskinum hjá fótbóltsfelagnum FC-Hoyvík og fólki annars í Hoyvík, hvar í fótbóltsvøllurin skal liggja.
Tað sum eg havi skilt á fólki í Hoyvík er, at tey ynskja at fáa staðsetingina av nýggja fótbóltsvøllinum í Hoyvík broytta til at fótbóltsvøllurin skal liggja tætt við nýggju útstykkingina við Myllutjørn. Har 64 nýggj sethús koma at vera í nærmastu framtíð.
Hetta øki er í Dalinum Langa í Hoyvík. Talan er ikki um tann partin av Dalinum Langa sum er eitt D1 øki. (Friðað øki).
Eg fari tí í næstum at leggja málið til nýggja støðutakan hjá samgonguni og við ynski um at fótbóltsvøllurin kemur á fíggjarlógina hjá Tórshavnar kommunu fyri 2012.