TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen í SportBoxini á Rás2 seinnapartin.
Fýra evni vóru til viðgerðar í samrøðuni við Magnus Tausen:
1) Avbjóðingarnar og møguligu komandi avbjóðingarnar FBF hevur í samband við komandi EM- og HM-undankappingar hjá A-landsliðum, har FBF eisini eins og hondbóltssambandið kann renna seg í trupuleikan, at eingin høll lýkur altjóða krøv.
2) Samanumtøka av fyrru FM-finalunum, har Fleyr vann 3-0 á KÍF hjá kvinnum, og ÍF vann 3-2 á Mjølnir hjá monnum.
3) Meting um seinnu FM-finalurnar, ið verða í morgin. Fleyr-KÍF (kvinnur) klokkan 13.30, og ÍF-Mjølnir (menn) klokkan 16. Hilmar Jan Hansen sigur frá báðum FM-finalunum á Rás2.
4) Trupuleikin við, at eitt fult umfar er í Betrideildini hjá monnum í fótbólti sama kvøld sum FM-finalur eru í flogbólti. Magnus Tausen er sera harmur um, at samhaldsfestnið ikki er í føroyskari ítrótt har atlit verður tikið til hvønn annan. Hann ætlar at virka fyri, at slíkt ikki kemur fyri framyvir.