Fótbóltsspælarin var loyniligur njósnari

Matthias Sammer var limur í eysturtýsku loyniløgregluni Stasi

Matthias Sammer var ein av stjørnuleikarunum á týska landsliðnum, sum vann EM í fótbólti í 1996. Tað árið varð hann kosin besti spælarin í kappingini og sama ár vann hann Ballon d'Or, heiðurin sum besti spælarin í Evropa. Hann hevur spælt fyri nógv stórfeløg, so sum Stuttgart, Inter og Borussia Dortmund, men yrkisleiðin byrjaði í Eysturtýsklandi, í Dynamo Dresden.

 

Tað var hesa tíðina, sum 19 ára gamal, at hann fekk valið - antin mátti hann gera hernaðartænastu í eysturtýska herinum ella mátti hann gerast limur í eysturtýsku loyniløgregluni Stasi.

- Tað var eitt stórt trýst á okkum, og vit sluppu ikki undan, sigur Matthias Sammer við týska blaðið Bild, sum hevur funnið navnið hjá honum í gomlum Stasi-skjølum.

 

Stasi var kent sum ein serstakliga harðrend loyniløgregla, sum hjálpti eysturtýska kommunistaflokkinum at varðveita valdið í landinum og at kúga fólkið.

 

Matthias Sammer sigur tó, at hóast hann var limur í Stasi, tí hann hevði í veruleikanum einki val, so hevur hann ongantíð arbeitt sum njósnari. Hetta var bara fyri at sleppa undan hernaðartænastuni.

- Eg havi ongantíð nortið við vápn ella luttikið í venjingum, sigur hann og lovar, at hann ongantíð hevur njósnast um nakran heldur.

 

- Hetta er keðiligt at hava verið partur av, og hatta var ein ræðulig skipan, men vit høvdu einki val, sigur hann við Bild.