Á samkomu hjá Reyða Krossi í dag, tá ið ársins fyrstuhjálparar blivu kosnir, fekk Zoran Vujovic heiðursbræv fyri at gerast nummar tvey í kappingini um at blíva ársins fyrstuhjálpari.
Tað var í samanbandi við uppflytingarveitslu hjá 07 Vestur í heyst, at ein maður datt rættiliga óheppið, smekkaði høvdið hart í og misti vitið. Tey flestu á staðnum royndu bara at rista í mannin og rópa á hann fyri at fáa lív í hann aftur. Men Zoran Vujovic leyp til, og hóast munnurin á vitleysa maninum var ringur at fáa upp orsaka av einum læstum kjálkabeini, so fekk hann latið munnin upp og staðfest, at maðurin hevði svølgt tunguna. Zoran fekk hálað tunguna upp og upp á pláss, og hareftir lagt hann í læsta síðulegu, so frætt hann kundi, inntil serkøn hjálp kom á staðið. Í dag hevur skaddi maðurin tað gott.
Fyri hetta bragd fekk Zoran Vujovic í dag heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya.