Fótbóltsspælarar eru nú tatoverings-fyrimyndirnar (FM1)

(FM1) Hoyr Fjølnir Bragason og Palla Thorsteinsson greiða frá Fo Tatt Fest, ið verður í sjónleikarahúsinum í Havn komandi vikuskiftið

##med2##

Í hesum døgum verður gjørt klárt til FO Tatt Fest, ið verður í Sjónleikarahúsinum í Havn komandi vikuskiftið. Royndir tatovørar úr grannalondum okkara verða tøkir í Sjónleikarahúsinum um føroyingar ynska eina tatovering.

Seinnapartin vitjaðu Fjølnir Bragason og Palli Thorsteinsson sendingina VBS á FM1 at greiða frá FO Tatt Fest.

Í gomlum døgum vóru tað sonevndu rockarnir, ið vóru stóru eksponentarnir fyri tatoveringar. Hetta er broytt til, at tað nú eru fótbóltsspælarar, ið eru stóru eksponentarnir fyri tatoveringum, og tað gevur endurljóð millum unga fólkið, greiða Fjølnir Bragason og Palli Thorsteinsson frá.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Eyðfinn Drewsen og Petur Zachariassen gjørdu við Fjølnir Bragason og Palla Thorsteinsson.

 

(Samrøða um FO Tatt Fest 2019)