Fótbóltssambandið álopið av teldusníkum

Heimasíðan hjá FSF hevur ligið lamin um vikuskiftið, og FSF heitir á fólk, sum hava verið inni á síðuni seinastu dagarnar, at kanna telduna hjá sær fyri virus

Fótbóltur

 

- Alt bendir á, at tað var eitt óndsinnað álop frá teldusníkjum, sum var orsøk til, at heimasíða Fótbóltssambandsins ikki var virkin um vikuskiftið og tað mesta av mánadegnum. Fótbóltssambandið skilir, at okkara heimasíða ikki var tann einasta, ið varð álopin í vikuskiftinum, men at fleiri túsund heimasíður vórðu raktar.

Soleiðis skrivar FSF á heimasíðu sínari, sum nú virkar aftur.

- Við hjálp frá Formula.fo er tað nú eydnast at endurskapa heimasíðu okkara, tó at okkurt tilfar er burturblivið. Brúkarar okkara eru vælkomnir at skriva til okkara, ingi@football.fo , um tey koma fram á upplýsingar, ið mangla, so vit kunnu royna at finna tilfarið fram aftur.

- Við tað, at heimasíðan helst eisini hevur verið fongd við telduvirus, sum úrslit av teldusníkjaálopinum, fara vit at ráða øllum teimum, ið hava verið inni á www.football.fo frá fríggjadegnum 4. apríl til fyrrapartin mánadagin 7. apríl, at skanna telduna fyri virus við onkrum av teimum forritum, ið eru til taks til hetta endamál, sigur FSF á heimasíðu sínari.