Heri Simonsen
------
Heitini á bindi tvey og trý av fótbóltssøguni bera forn og tignarlig heiti, sum eru tikin frá ítróttarsangskattinum. Bind tvey, sum handlar um tíðarskeiðið 1960-1979 nevnist: ”Teir kundu væl listir og leikir”. Bind trý , sum handlar um tíðarskeiðið 1980-1989 nevnist ”Fremjum dystarleik sveinar og sprund”. Gamlir fótbóltsveteranar vóru møttir í Posthúskjallaranum fyri at ognað sær bind tvey og trý av glæsiligu fótbóltssøguni hjá Suna Merkistein, og at fáa hesar signeraðar. Onkur fótbóltsfelagsformaður hevði eisini lagt leiðini inn í Posthúskjallaran. Christian Andreasen, forseti í FSF bjóðaði vælkomin, og fagnaði bókaverkinum hjá Suna Merkistein, sum FSF gevur út. Suni Merkistein hevði eisini eina stutta framløga um bókina, sum hann eisini hevur gjørt í samstarvi við Faroesoccer.
Góðar 700 síður
Suni Merkistein greiddi frá, at upprunaliga ætlanin var bara at geva út eitt bind, men tilfarið gjørdist somikið rúgvismikið, at mett var, at tað var meiri ráðiligt at geva út tvey bind. Annað bind er góðar 400 síður til longdar, er framhald av fyrsta bindi í bókarøðini, "Teir reystastu dreingir í norðum", sum kom í 2010. Fyrsta bind var um tíðarskeiðið 1892-1959. Ár um ár verður gongdin í fremstu deildini lýst við frásagnum, myndum og hagtølum. Sagt verður eisini frá teimum dystum, ið føroyska landsliðið spælir hesi árini. Til ber eisini at lesa um aðrar tilburðir í føroyskum fótbólti hesi árini.
Nógv hagtøl í triðja bindi
Triðja bind er um 1980-árini í føroyskum fótbólti. Tað hendi sera nógv hetta tíðarskeiðið. Gomlu eyr- og grúsvøllirnir hvørva tá so líðandi undir nýggjar graslíkismottur. Hetta var kollveltandi umskifti og týðandi framtak í menningartilgongdini, ið sjøtil av álvara varð settur á í 1979, tá ið Fótbóltssamband Føroya varð stovnað, og Føroyar fingu limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA í 1988. Í bókini, sum er góðar 300 síður til longdar, eru eisini myndir í hópatali umframt fjølbroytt hagtalstilfar, har hugt verður eisini eftir yngru deildunum.
Ætlandi tvey bind aftrat
Tvey bind aftrat er ætlandi á veg. Fjórða bind kemur at viðgera 1990-árini, og fimta bind kemur at viðgera tað, sum er hent í føroyska fótbóltsheiminum í okkara øld. Stuttligt var at eygleiða gomlu fótbóltskempurnar, sum vitjaðu bókaframløguna, og eyðvitað leitaðu nakrir av hesum eftir tíðarskeiðunum, har teir vóru við í fremstu røð. Bøkurnar hava nógv gott myndatilfar og illustreraðar liðuppstillingar hjá øllum FM-vinnarum. Snotuligu bøkurnar fáast fyri 249 krónur eintakið. Onkur hevur luftað tankan at gera eina enska útgávu, sum tekur samanum tey fimm føroysku bindini, tá tey øll eru givin út. Mett verður, at ein slík ensk bók hevði verið ein framúrskarandi gávulutur at givið fótbóltshugaðum útlendingum, men enn eru ikki ítøkiligar ætlanir um eina sættu bók, sum tekur samanum føroysku fótbóltssøguna á enskum.