Fótbóltspolitikkur

At broytta kappingin at kalla bara er viðgjørd á nevndarplani, kann vísa seg sum politiskt sjálvmál, um illa vil til. Ella kanska var talan bara um eina taktiska manøvru

Kappingin

At kappingin ikki varð koppað á, tá kappingin nú kortini skuldi broytast, man einamest vera ein fótbóltspolitiskur spurningur. Kappingarnevndin hevur einsamøll fulla heimild til at gera av, hvørt kappingin skal vera 9, 18 ella 27 umfør. Ella okkurt heilt annað fyri tað. Kappingarreglurnar staðfesta bara, at talið av liðum í fyrstu deild er tíggju, og - kanska meira týdningarmikið - at kappingarárið er 1. januar til 31. desember.
Tí skuldi ein broyting til eina koppan av kappingini verið løgd fyri aðalfundin. Og tað er ivasamt, um tað upskotið hevði fingið undirtøku longu nú. Ikki minst, tí tað enn ikki hevur verið nakað veruligt orðaskifti um eina umlegging av kappingini. Gaman í høvdu feløgini møguleika at viðgera málið á árliga fundinum millum FSF og feløgini, men tað er tó ivasamt, hvussu djúp hendan viðgerðin var. Í øllum staðfesti Petur Simonsen eftirfylgjandi »fundurin dró út, og ein fittur partur av feløgunum var farin, tá málið bleiv lagt fram«.
Skeivt forum
Hartil er eisini óhugsandi, at ein fundur, har alskyns onnur viðurskifti innan føroyska fótbóltsheimin eisini standa á skránni, skal ikki bara viðgera men eisini samtykkja eitt slíkt stórmál. Heldur skuldi talan her verið um ein heildagsfund - ella kanska fleiri - við bara hesum eina málinum á skránni. Kanska vildi talan ikki verið 100% semju um málið, men viðgerðin vildi í øllum førum verið breiðari, og sannlíkindini fyri at finna eina breiða semju, vildu helst eisini verið størri.
At formaðurin í kappingarnevndini so eftirfylgjandi í sjónvarpi segði, at »tað kann væl vera, at drúgvari orðaskiftið skuldi verið um hetta, men eg eri sannførdur um, at úrslitið kortini vildi verið tað sama«, var nokk ikki tað allar smartasta. Ikki akkurát eitt úttalilsi, sum bendir á ein konstruktivan dialog, har møguleiki annars vildi veriðat skapt konsensus fyri eina komandi broyting.
Nakað annað er so tað, um talan er um eina taktiska manøvru av Bjarka Mohr. Fyrsta árið við nýggju skipanini er royndarár, og tí er ein eftirmeting av hesum sjálvandi uppá sítt pláss, tá fundur við feløgini aftur verður á skránni seint í heyst.
Og til ta tíð verður helst talan um eina av trimum niðurstøðum. Nevnliga
?At feløgini halda nýggja leistin vera góðan,
?At feløgini vilja fremja broytingina fult út, soleiðis at kappingin verður koppað á, ella
?At feløgini vilja sleppa aftur til gamla leistin við 18 dystum og bólkaspæli í steypakappingini
Kanska sjálvmál
Vónin hjá kappingarleiðaranum er ivaleyst, at feløgini taka undir við nýggja leistinum, og kanska enntá eisini við at koppa kappingini á. Ein støða, sum kann geva tað úrslit, at aðalfundurin tekur avgerð um at broyta kappingina.
Hinvegin kann væl hugsast - ikki minst um veðrið fer at arga seinastu umførini - at feløgini ikki vilja hoyra talan um nakað annað, enn at venda aftur gomlu skipanina. Tá vil kappingarleiðarin standa við einum trupulleika. Antin at bakka, ella at risikera eina vraking á aðalfundinum, har hann er ein av nevndarlimunum, sum stendur fyri vali.
Hinvegin er einki at ivast í, at kappingarstjórin við hesum hevur sett hol á málið. Hvørt feløgini vilja tað ella ikki, so verður kappingarleisturin nú ein spurningur, sum tey verða noydd at fyrihalda seg til. Og er úrslitið, at vit fáa eitt bæði breit og djúpt orðaskifti um spurningin, so er nógv vunnið.