Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag, verður ársins lið higartil hjá Ítróttar Sosialinum til umrøðu. Vit vilja hava tykkara ársins lið.
Hoyr Fótbóltspanelið á Rás2 millum klokkan 16 og 17 hvønn fríggjadag
Gestur í Fótbóltspanelinum hesaferð er Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpinum. Til umrøðu eru dystirnir í Effo-deildini í gjár, og vit hyggja fram til komandi umfar, sum verður mánadagin.
Sum altíð, so hava vit okkurt gott til lurtararnar. Tú kanst vinna eitt vikuskiftispass til G! Festivalin. Vit spyrja, hvør er toppskjútti í Effo-deildini higartil. Send rætta svarið til 559999, og tú ert við í lutakastinum um vikuskiftispassið til G! Festivalin.
Ársins lið higartil (Hetta liðið er sett eftir 9. umfar)
Málverji: Heðin Stenberg (AB)
Í uppskoti: Kristian Joensen (KÍ), Joslain Mayebi (TB) og Tórður Thomsen (B36)
Høgri Bakk: Bárður Hansen (Víkingur)
Í uppskoti: Jóhan Jacobsen (NSÍ), Jógvan Rói Davidsen (HB) og Jónas Tór Næs (B36)
Miðverji: Hørður Askham (B36)
Miðverji: Jóhan Troest Davidsen (HB)
Í uppskoti: Jonas Flint Rasmussen (KÍ), Erling Jacobsen (Víkingur)
Vinstri bakk: Ári Mohr Jónsson
Í uppskoti: Einar Tróndagjógv (NSÍ)
Miðvallari: Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Í uppskoti: Róaldur Jakobsen (B36)
Miðvallari: Petur Kundsen (NSÍ)
Í uppskoti: Teit Jacobsen (HB)
Framrættaður miðvallari: Lukasz Cieslewicz (B36)
Í uppskoti: Súni Olsen (KÍ)
Høgri vongur: Árni Frederiksberg (NSÍ)
Í uppskoti: Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Vinstri vongur: Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Áleypari: Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Í uppskoti: Páll A. Klettskað (KÍ), Filip Djordjevic (Víkingur)
Venjari: Mikkjal Thomassen (KÍ)
Í uppskoti: Jan C. Dam (HB), Pauli Poulsen (Skála), Sámal Erik Hentze (Víkingur)