Sendingin SportBoxin verður á FM1 í morgin millum klokkan 15.05 og 16.55.
Fyrra senditíman millum 15.05 og 15.55 fer Sjúrður H. Hoydal at reika fyri samrøðum og greiningar um hondbólt.
Seinni senditímin, ið fer í gongd umleið klokkan 16.05 verður reikað fyri einum serligum fjepparapanelið, har fýra litríkir fjeppparar.
##med2##
Eyðun Samuelsen (HB), Jóhan Johannesen (NSÍ), Eyðun Thorgeirsson (KÍ) og Bogi Simonsen (B36) vera gestir hjá FM1 hendan senditíman.
##med3##
Teir fýra fjeppararnir, ið allir duga at orða seg fara at viðgera avrikið hjá sínum liði, og hinum toppliðunum í landskappingini og í Evropa. Fyrst fer verturin á FM1 tó at spyrja teir fýra um hvussu hart, ella um ein í heila tikið skal revsa venjarar og spælarar fyri at hava eina bersøgna meining um fótbóltsdómarar.
Lurtarar eru eisini vælkomnir at senda spurningar og viðmerkingar til Eyðun, Jóhan, Eyðun og Boga á sms-skipanini, ið hevur nummar 559999.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
##med4##