Thordur Thorsteinsson er samskipari hjá AB, og var hann ikki kunnaður av fólki hann kendi, so hevði verið reppið, at hann hevði sent nøkur ungdómslið hjá AB til Suðuroyar, har tey høvdu kunnað verið verkfalsstrandaði. Thordur Thorsteinson greiðir frá: - Tað er so, at vit skulu syrgja fyri at fáa liðini út á bygd. Vit í AB høvdu tvey ungdómslið, sum skuldu til Suðuroyar, annað til Tvøroyrar og hitt til Vágs. Men tíbetur eydnaðist tað at fáa dystirnar útsettar, so okkara ungfólk ikki blivu fangaði av einum verkfalli. Men kunningin kom seint. Ikki fyrr enn klokkan trý fríggjadagin var hon okkum í hendi. Thordur Thorsteinsson heldur, at tað hevði ikki verið av leið, at samskiparnir hjá fótbóltsfeløgunum høvdu kunnað fingið eina kunning umvegis eina sms-skipan, sum Strandferðslan plagar at brúka. – Vit samskiparar skulu alla tíðina hava í huga strandfaraskipini og bussarnar, og at klokkutíðirnar passa til ferðingina hjá fótbóltsliðunum alla tíðina.
Gott at verið kunnaðir beinavegin
Samskiparin hjá AB greiðir víðari frá: - Hjá okkum hevði tað verið ógvuliga gott at fingið at vita, um nakrar møguligar broytingar vóru, slær samskiparin hjá AB fast. Hann orkar illa at hugsa tankan um hvat hevði hent, um ein var fangaður av einum verkfalli, sum kann vara upp í fleiri dagar og vikur. – Ein kann ikki senda smádreingir avstað uppá handan mátan. Hevði tað verið vaksin fólk, so hevði tað verið ein onnur søk. Ungdómslið, sum verða strandaði av einum verkfalli hjá Strandferðsluni hava onganstaðni at fara, staðfestir Thordur Thorsteinsson. Samskiparnir hjá fótbóltsfeløgunum samskipa nógv um tær ymisku trupuleikastøðurnar, sum kunnu uppstanda, og Thordur útihýsir ikki, at hann fer at røða um hetta málið við aðrar av samskiparunum hjá fótbóltsfeløgunum. – Tað er góður møguleiki fyri, at hetta verður tikið upp á røttum staði.