Fótbóltslandsliðið tapti seinasta dystin

Leygardagin spældi føroyska fótbóltslandsliðið triðja og seinasta venjingardystin á venjingarlegu í Spania.

 

Dysturin var ímóti svenska felagnum Kalmar. Úrslitið av dystinum gjørdist 3-1 til svenska liðið. Føroyskur málskjútti var Hanus Thorleifsson.

 

Føroyska landsliðið tapti fyrsta dystin í Spania, spældi síðani javnt, og í dag taptu teir aftur.

 

Føroyska ferðalagið kemur nú heimaftur til Føroya, og landsliðsspælararnir fara nú undir seinastu fyrireikingarnar í feløgunum til steypadystirnar í næstum.