Eftir tvey so góð úrslit fær ein líkasum hug at hyggja aftureftir og minnast aftur á, hvussu alt hetta byrjaði. Tað var tann tíð, tá ikki øll vóru so fegin um, at føroyingar í heila tikið fóru upp í altjóða fótbólt á hesum støði, tí har hoyrdu vit ikki heima. Har fóru vit bara at gera okkum til skammar, og so fór hetta eisini at drena kreftir og pengar frá tí gerandisliga fótbóltinum her á klettunum.
TAÐ er sjálvandi so lætt at vera klókur nú aftaná. Sjálvandi var tað ein vandi í tí at bjóða seg fram millum aðrar professionellar fótbóltstjóðir. Vit kunnu bara ímynda okkum støðuna, um okkara landslið hevði tapt við tølum sum 8-0, 10-0 ella entá 12-0, nakað sum ikki hevur verið óvanligt fyri smátjóðir, ið hava bjóðað teimum stóru og professionellu av. Men soleiðis skuldi tað tíanbetur ikki ganga. Nú gongur tað beint øvugt av tí.
EINGIN ivi er um, at tað er miðvíst arbeiði og trúgvin uppá, at tað ber til, sum hevur skapt hesi góðu úrslit. Helst er tað eisini so, at altjóða luttøka okkara hevur smittað av uppá heimligu kappingina, sum so aftur hevur lagt lunnar undir hesa somu luttøku. Tað er líkasum, at luttøkan í bæði EM og HM og øðrum aljóða kappinginum hevur eggjað okkara fólki til at spenna seg út, til at royna at liva upp til hesar stóru avbjóðingar. Og kanska er tað eisini nakað psykologiskt í hesum eisini - hetta at vera lítil tjóð, sum veruliga vil stríðast fyri sær og sínum. Okkara fótbóltslandslið er nevniliga eisini vorðið eitt symbol - ein felagsnevnari fyri føroyska samleikan. Hetta er ikki ókent aðrataðni frá, har nettup fótbóltslandsliðið er tað, sum kann savna tjóðina uttan mun til allar aðrar forðingar og avmarkingar.
VIT eiga so heldur ikki at gloyma tann týdning, sum okkara landslið hevur fyri Føroyar sum heild. Her hugsa vit bæði um føroyskan útflutning og um ferðavinnuna. Nú kemur so Tórsvøllur, sum uppaftur er ein nýggjur møguleiki í luttøku okkara í aljóða fótbólti. Tí við hesum vøllinum fáa nógv fleiri føroyingar høvi til at vera við. Tað fer at hava stóra ávirkan á bæði áhugan og viljan til at røkka enn betri úrslitum. Góða eydnu tit á landsliðnum og gott í tykkum øll, sum hava gjørt hetta møguligt. Vónandi fer alt hetta at geva ávøkstur soleiðis at tað bæði eggjar komandi ættarliðnum og skapar teimum umstøður at venja og spæla. Uttan vøllin á Svangaskarði var alt hetta ikki møguligt. Tí eiga stigtakararnir har eisini tøkk uppiborna. Nú mugu vit so eisini taka lógvatak umTórsvøll. Hervið eiga Føroyar tveir altjóða vøllir.