Fótbóltslógin eigur at viga tyngri enn VAR (FM1)

(FM1) Petur Reinert, fótbóltsdómari og Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari vóru gestir í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

- Fótbóltslógin eigur at viga tyngri enn VAR. Hetta sigur Petur Reinert, dómari aftaná tvey tey fyrstu umførini í Premier League.

Petur Reinert var saman við Oddbirni Joensen gestur í fótbóltspanelinum. Vertur var Tróndur Arge.

Saman við Peturi og Oddbirni setti Tróndur fyrst Premier League og VAR undir luppin, serliga var tað dysturin millum Manchester City og Tottenham, har Manchester City misti eitt sigursmál til 3-2 heilt móti dystarenda orsaka av VAR.

Oddbjørn Joensen metti eisini um 20. umfar í Betrideildini hjá monnum. Oddbjørn væntar, at HB og B36 vinna sínar dystir, men hann væntar NSÍ fær tað strævið uttan Pól Johannus Justinussen undir Mýruhjallar á Skála. 

Sunnudagin klokkan 15: 

HB-Víkingur (FM1 sigur frá dystinum)

Skála-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)

ÍF-TB 

EB/Streymur-KÍ

Sunnudagin klokkan 17:

AB-B36 (FM1 sigur frá dystinum)

 

 

(Fótbóltspanelið 23. august)