Fótbóltshøllin liggur best á Kambsdali

Klaksvík: Sum væntandi var samtykti Klaksvíkar býráð, at besta staðið til ætlaðu fótbóltshøllina í Eysturoy er á Kambsdali.

Málið hevur verið til umrøðu í fleiri kommunum í Eysturoynni, og tykist semja har at vera um, at henda høllin liggur best í Skálafirði.
Í Klaksvík er støðan hin øvugta, tí har ynskja tey eina plasering sum liggur nærri býnum  í hesum førinum á Kambsdali.
Kommunan ynskir tí, at ein fer at kanna nærri um høllin kann liggja her. Og hetta varð so samtykt á býráðsfundinum herfyri.