Fótbóltur
Árligi fundurin, sum nevndin í Fótbóltssambandinum plagar at hava saman við umboðum fyri feløgini, verður í hesum mánaðinum. Upprunaliga var fundurin ásettur at vera leygardagin 16. november, men nú er hann útsettur til leygardagin 23. november.
Fundurin hevur nógvu tey seinastu árini verið fastur táttur í fótbóltsárinum. Á skránni er eftirmeting av farna fótbóltsárinum og orðaskifti um møguligar broytingar í reglum, ásetingum og kappingum. Feløgini og nevndin í FSF síggja fundin sum sera týdningarmikið forum. Á aðalfundinum, sum verður seinni á vetrinum, verða formligu avgerðirnar tiknar, men tað er ofta á fundinum í november, at tað verður avgjørt, um broytingar skulu gerast, og hvørjar tær skulu vera.
Fyri at fundurin framvegis skal hava týdningin, sum hann hevur havt, so er tað neyðugt, at formenninir og høvuðsvenjararnir møta á fundinum. Harvið verður tryggjað, at tað verða tey, sum hava ábyrgd og heimild at umboða feløgini, sum eru við, har tað verður tosað og samskift, og har grundarlag undir avgerðunum verður lagt.
Ársaðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum hevur tey seinnu árini verið síðst í februar ella har á leið.