Í september í fjør fekk ein av føroysku fótbóltsdómarunum hóttandi sms-boð sendandi, eftir at hann hevði dømt ein dyst í Vodafonedeildini. Fjepparin heitti á dómaran um at leggja floytuna og kortini á hyllina, tí hann metti, at dómarin dugdi ikki at døma. Um dómarin ikki gjørdi, sum hann var biðin, kundi hann vænta sær eina álvarsliga vitjan seinni.
Málið var sent til fútan, sum nú hevur viðgjørt hendingina. Hann hevur gjørt av at gera undantak frá siðvenjuni í slíkum máli og bara geva viðkomandi eina átalu sambært §266.
Fútin skrivar, at ?jeg kan oplyse, at en advarsel er en strafferetlig afgørelse, der indebærer, at jeg anser x skyldig i det forhold, der er rejst sigtelse for.?
Fótbóltsambandið skrivar á sínari heimasíðu, at tey eru nøgd við avgerðina.