##med2##
Fyri stuttum var Tróndur Arge á einari fótbóltsferð, har hann sá tríggjar dystir hjá Liverpool á Anfield leikvøllinum í Liverpool, og ein dyst hjá FC Barcelona á Camp Nou.
Tróndur var eygnavitni til dystirnar Liverpool spældi móti Brighton and Hove Albion, Everton og Napoli. Talan var um tveir dystir í Premier League og ein dyst í Champions League.
Dysturin Tróndur sá í Barcelona var El Classico millum FC Barcelona og Real Madrid. Dysturin hesaferð var nógv merktur av politisku spenninginum, ið eru í Katalania í hesum døgum.
Umframt at greiða frá spennandi upplivingunum umrøddu vit eisini nýggja landsliðsvenjaran, Håkan Ericson saman við Tróndi Arge.