Fótbóltsfepur í Klaksvík

Fótbóltsfeburin í Klaksvík er í hæddini, nú KÍ er oddalið í Effo-deildini við fullum stigatali. Byrjanin hjá Víkingi er harafturímóti alt annað enn góðkend

Tað var ein stórur gleðis­rómur rundanum leikvøllin í Djúpumýru í gjár, tá Dagfinn Forná bríkslaði fyri seinastu ferð. KÍ vann dystin 1-0 móti Víkingi, hóast gestirnir úr Víkingi høvdu fleiri vanda­miklar møguleikar enn KÍ í dystinum.
Og júst tað at fáa 3 stig á einum degi, har allir ikki spæla upp til sítt allar besta, er ein sterk dygd at hava. Í fjør var trupulleikin alt ov ofta at KÍ liðið spældi væl, men stóð eftir uttan stig. Profil­arnir, ið KÍ hevur keypt inn til kappingarárið síggja út til at vera leikarir, ið veruliga lyfta liðið og taka ábyrgd.

Víkingur trýsti – KÍ avgjørdi
Tað fyrstu løtuna í dystinum hendi tó ikki nógv í Klaksvík í gjár. Tað sá út sum at liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum og tí bleiv hildið á hondbremsuni eitt lítið sindur.
Men eftir eini 20 min­utt­um kom glið á dystin.
Fyrsti stóri málmøgu­leikin kom eftir 25 minuttir tá Súni Olsen sparkaði eitt fríspark á stongina. Bólturin stakk útaftur í spælið og beint fyri føturnar á Erlingi Jacobsen, men tíverri fyri Erling, so rakti bólturin ein við­leikara hjá sær á veg inn í málið.
Víkingur fekk ein annan risa møguleika stutt fyri hálv­leik, tá Sørmundur Kalsø fór skeivur av einum bólti. Sølvi Vatnhamar slapp leysur og trillaði bóltin fyri føturnar á Finni Justinussen, ið hevði tómt mál at skjóta í, men rakti tvørtræðið.
Heimaliðið hevði í fyrra hálvleiki torført við at spæla seg fram til teir heilt stóru mál­møguleikanir. Onkra hendingar ferðirnar royndu teir seg við langskotum, ið Geza Turi tó hevði tamar­hald á.
Tað var eisini Víkingur, ið byrjaði 2 hálvleik betri. Víkingur hevði ein góðan møguleika eftir 60 min­uttum, tá Súni Olsen drøn­aði eitt fríspark avstað á tvør­træðið.
Síðsti hálvi tímin var besta løtan í dystinum hjá KÍ. Fyrsti stóri málmøguleikin til KÍ kom aftaná 65 minuttir, tá Hjalgrím Elttør royndi seg við einum lumpisligum inn­leggi, ið rakti stongina.
KÍ fekk eisini ein risa møgu­leika aftaná 73 min­uttir, tá eitt frísparks innlegg datt fyri føturnar á Jonas Flindt Rasmussen, ið tó bleiv møtt meistarliga av Geza Turi í Víkinga málinum.
Og júst tá øll sótu og tos­aðu um at dysturin fór at enda uttan mál, slegði KÍ til. Í eyðkendum KÍ stíli dróg liðskiparin Hjalgrím Elttør gjøgnum vinstru síðu og legði eitt inn­legg fyri føturnar á KÍ topp­skjútt­anum Páll Klettskarð ið fekk tað forloysandi málið í Klaks­vík. Eitt mynstur, ið vit hava sæð nógv av hjá KÍ hesi seinastu tvey kapp­ingarárini.
Víkingur royndi at trýsta tað sum eftir var av dyst­inum. Millum annað við at flyta liðskiparin Atla Gregersen fram í álopið, men KÍ verjan var sterk og fekk rudda alt burtur, ið kundi blíva til ein málmøguleika.

KÍ hevur fleiri dygdir
Stóri trupulleikin hjá KÍ í fjør, var tað at liðið lat ov nógv mál ígjøgnum. Tí fór KÍ miðvíst út aftaná kapp­ing­ingina eftir leikarum, ið vildu styrkja tann defensiva partin á liðnum. Tað eydn­aðist KÍ at fáa fatur á Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Guéye til kapp­ingarárið, og tað er eingin ivi um at KÍ hevur styrkt seg væl defensivt. Enn er bara 1 mál farið ígjøgnum hjá KÍ. Ein onnur avgjørd dygd hjá KÍ afturat er at málverjin, Meinhard Joensen sær út til at vera í góðum formi í ár. Málverjin hevði ikki sítt besta kappingarár í fjør, men leikti ein sannførandi dyst móti Víkingi í gjár og var besti leikarin á KÍ liðnum.

Trýst á Víkingi
Tað at Víkingur stendur utt­an stig aftaná 2 umfør er avgjørt ikki ein góðkend byrjan fyri felagsliðið, ið annars hevur stórar mál­setn­ingar. Venjarin hjá felagnum, Sigfríður Clementsen hevur meldað greitt út at hann metir at felagið hevur nóg gott fólk til at vinna FM heitið í ár.
Hóast Víkingur tapti dystin í gjár, so var tó nógv jaligt sum teir kunnu taka við sær frá dystinum. Liðið spældi seg fram til fleiri stórar málmøguleikar, men neyv­leikin manglaði.
Tað skulu tó skjótt stig til á konto’ina hjá Víkingi, soleiðis at liðið ikki dragn­ar ov langt afturút í odda­stríð­num. Teir skulu fríggja­kvøldið í Gundadal at leika móti B36, ið saman við KÍ og NSÍ hevur fult stigatal.