Týska stórfelagið, Schalke 04, gongur nú nýggjar leiðir og fer í næsta mánaða at lata upp egnan kirkjugarð við síðuna av leikvølli teirra, Veltins Arena, í býnum Gelsenkirche.
Næstformaðurin í almenna fjepparafelagnum hjá Schalke 04, Rolf Rojek, hevur longu bílagt sær grøv 04 í kirkjugarðinum, sum hevur 1904 gravpláss til minnis um, at felagið varð sett á stovn í 1904. Ein íðin fjeppari hevur bílagt sær grøv 215 til minnis um finalusigurin í Europa Cup 21. mei 1997.
Eitt gravpláss í kirkjugarðinum kostar upp ímóti 40.000 krónum, men:
- Schalke 04 ætlar sær ikki at vinna nakað upp á deyðan. Upphæddin verður einans nýtt til bygging og viðlíkahald, sigur felagið.