Týska felagið Hamburger SV fer nú at gera ein kirkjugarð við síðuna av leikvøllinum hjá sær, og har kunnu HSV-viðhaldsfólk verða jarðað.
- Vit fara at geva okkara trúgvu viðhaldsfólkum møguleikan at verða jarðað á einum HSV-kirkjugarði. Tað verður ikki til nakran bazar ella óhóskandi kirkjugarð, men ein gott hvílistað hjá okkara viðhaldsfólkum, sigur stjóri Christian Reichert sambært Ananova.Á kirkjugarðinum verður eisini ein minnissteinur settur, har nakrir av størstu spælarunum í søgu felagsins verða mintir.










