Fótbóltsdansur í Fuglafirði

Leygarkvøldið verður árligi fótbóltsdansurin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Dansurin setir punktum fyri eitt langt kappingarár

Í nógv ár hevur tað verður afturvendandi tiltak, at eitt serligt dansitiltak er, tá seinasta umfar í fótbóltskappingini verður spælt.
Soleiðis verður aftur í ár, tí leygardagin verður seinasta vanliga umfarið í kappingini spælt, og leygarkvøldið er dansur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tað er GÍ, sum skipar fyri tiltakinum, og tað hevur felagið gjørt í nógv ár. Fyrstu árini var dansurin í ítróttarhøllini á Kambsdali, men nú er samstarv við Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Tað plagar at vera gott lag á fólki til hesi tiltøkini, og fótbóltsspælarar fáa høvi at taka sær av løttum, eftir eitt langt og strævið kappingarár. Vanliga koma fótbóltsspælarar úr allari Eysturoynni til dansin.

Showmenn spæla
Tað verður helst besti dansibólkurin í løtuni, Showmenn, sum fara at spæla til dansin.
Nakrir av teimum mest royndu føroysku popp- og rocktónleikararnir manna bólkin, og tað er ein fragd at hoyra, hvussu væl samanspældir teir eru.
Kim Hansen er oddamaður í bólkinum, men hinir tónleikarar hava allir stóran týdning fyri tónleikin og framførslurnar, og teir duga sera væl at supplera hvønn annan á pallinum.
Her er veruliga talan um dygd, og bólkurin spælir bæði sangir, sum limirnir í bólkinum hava skrivað, og sangir hjá øðrum. Teir fevna sera breitt, og teir duga altíð at máta hitan millum fólkið og geva teimum tað, sum tey næstan bara kunnu droyma um at fáa frá øðrum bólkum.
Showmenn eru Kim Hansen (Sang og ljómborð), Johannus á Rógvu Joensen (bass), Jens Marni Hansen (gittar) og James Olsen (trummur).
Teir hava havt ein lítlan steðg seinnu vikurnar, men fara nú afur at spæla.