Fótbóltsdómararnir farnir undir venjingina

Fótbóltur: Føroysku fótbóltsdómararnir fáa mangan skotið fyri bógvin, at teir eru í ov vánaligari venjing, og at teir á henda hátt ikki vísa leikarunum tað neyðugu virðingina. Fyri at sleppa undan hesum ?fordómum? eru fleiri av okkara fremstu dómarum longu farnir undir venjingina til komandi kappingarár

Terji Nielsen

Álvur Haraldsen


Tað er ikki altíð líka lætt at verða dómari í 1. deild í fótbólti í Føroyum. Einki er at dylja yvir, at nógvir av áskoðarunum hava eitt sera vakið eyga við dómaranum, og ger hesin eitt mistak, so kanst tú verða vísur í, at hann fær tað at vita frá áskoðarunum.

Meðan ein leikari kann gera fleiri mistøk í einum dysti, so kann dómarin ikki gera nakað, uttan at hann fær av at vita, hóast vit øll vita, at ein dómari eins væl og ein leikari altíð koma at gera okkurt mistak í einum dysti.


Venjingin

Skal ein gera sær nakrar vónir um at døma í bestu deildini í fótbólti, so krevst at man er væl fyri. Leikferðin í føroysku landskappingini gerst alsamt skjótari, og krøvini til dómaran gerast harðari og harðari.

Mánakvøldið hitti Sosialurin tríggjar av okkara fremstu dómarum, Kim Ejdesgaard, Birgir Sondum og Oddmar Andreasen, í HB-húsinum, eftir at teir júst vóru lidnir við venjingina. Birgir og Oddmar høvdu fyrst verið í vøddarúminum hjá HB fyri at styrkja sær ryggin, sum teir báðir hava trupulleikar við, og síðani høvdu teir verið úti á vøllinum og runnið saman við Kim.

Sveittabrotnir sessast teir við borðið, og skjótt gongur prátið lívligani um døming, atburð hjá leikarum, móttøka av dómarum kring landið, útlendingar í føroyskum fótbólti og mangt annað.

Sum vit nevndu áður, so fáa føroyskir dómarar mangan at vita frá bæði leikarum og øðrum, at teir eru í ov vánaligum venjingarstøði, men hetta eru teir tríggir dómararnir ikki samdir í. Allir hava teir í mong ár byrjað at vant einaferð í januar mánaða, og tað er júst um sama mundið sum tey flestu fyrstudeildarfeløgini fara undir sína venjing. Kim Ejdesgaard, sum er tann av teimum trimum, ið hevur dømt longst í 1. deild, sigur, at ein dómari í dag noyðist at verða munandi betur fyri, enn hann til dømis var fyri fáum árum síðani, tí at í dystunum í dag er ferðin høg gjøgnum allan dystin, meðan tað fyrr ofta var so, at spælið dovnaði nógv seinastu 15-20 minuttirnar av dystinum. Í dag orka so at siga øll liðini í bestu deildini at spæla við fullari ferð allar 90 minuttirnar, og teir trígir halda, at hetta helst er eitt av teimum tingum, sum er komið inn í føroyskan fótbólt við teimum mongu útlendsku venjarunum.


Atburðurin hjá leikarunum

Eitt, sum bæði Kim, Birgir og Oddmar eru samdir um, er, at leikararnir í fyrstu deild í dag eru ótrúliga disiplineraðir yvir fyri dómarunum. Tað gerst alsamt meiri sjáldsamt, at leikarar brúka munn um onkra dómaraavgerð, og ein av dómarunum nevnir í hesum sambandi, at tað serliga eru teir leikarar, sum um veturin leika hondbólt, ið eru ótrúliga disiplineraðir. Helst kemur hetta av, at í hondbólti verður ein leikari øgiliga skjótt revsaður, um hann brúkar seg.

Tað tykist eisini sum um, sigur Oddmar, at nógvir av venjarunum hava lagt sínum spælarum eina við ikki at fáa ávaringar fyri kjaftaslit. Hinvegin er tað ofta so, at tá ið dómarar í fyrstu deild døma dystir í eitt nú aðru ella triðju deild, so fella hópin av kortum í hesum dystum. Leikararnir í hesum deildunum eru ikki so disiplineraðir sum teir í fyrstu deild, siga teir tríggir, og av somu orsøk verða tá hópin av kortum givin fyri at brúka seg ella annað, sum ein leikari í fyrstu deild ikki hevði funnið uppá.


Móttøkan

Tað er ikki pengarnir, ið eru orsøkin til, at ein persónur velur at gerast dómari í fyrstu deild í Føroyum. Samsýningin til dómaran er ógvuliga lítil, og tá skal dómarin sjálvur gjalda fyri allar útreiðslur av sínari samsýning, so sum kaffi, døgurði ella gisting, um tað nú er neyðugt.

Teir tríggir dómararnir, sum allir eru búsitandi í Havn, siga tó, at á teimum flestu støðunum, har man kemur at døma, verður man ógvuliga væl móttikin. Í hesum sambandi nevna teir eitt nú Klaksvík, Sumba og Tvøroyri sum støð, har dómararnir næstan verða bornir á lógvum. Kim Ejdesgaard minnist aftur á einaferð, hann hevði dømt í Sumba. Tá noyddust teir norður aftur við landleiðini umvegis Sandoynna, og tá ið teir vóru á veg avstað aftur úr Sumba, fingu teir allir ein stóran matpakka frá sumbingum við smurdum breyði við alskyns góðum føroyskum viðskera á. Slíkt eiga sumbingar rós fyri, og er hetta við til at geva einum dómara hug til at halda fram við at døma.

Onkur støð eru tó ikki so góð at koma til. Her nevna teir allir tríggir, at tað seinasta staðið í landinum, har ein dómari vil sleppa at døma, er heima á Sandi. Ikki tí at tað hevur nakað við felagið B71 at gera, heldur tvørturímóti. Á Sandoynni er tað bara eiðasørt við støðum, har man kann fara inn, seta seg niður og keypa ein bita. Haraftrat er samferðslunetið til Sandoyar ógvuliga soltið í vikuskiftinum, so skal ein dómari døma ein fyrstudeildardyst á Sandi sunnudag, so noyðist hann at fara av Gomlu Rætt tíðliga sunnumorgun, so at hann er í Skopun væl áðrenn døgurða. Tískil hava dómararnir einar tríggjar tímar, har teir bara kunnu ganga og mala í Sandsbygd og hyggja seg um. Her skal tó leggjast aftrat, sigur Birgir Sondum, at Karl Vidtfeldt hjá B71 plagar at verða óførur til at læna okkum ein bil, so at vit kunnu koyra okkum ein túr á oynni, meðan vit eru har.


Kappingarárið 1999

Spurdur um, hvat teir vænta sær av komandi kappingarárið siga teir allir við ein munn, at teir eru øgiliga spentir til, at kappingin fer í gongd. Fleiri útlendskir leikarar eru á veg til landið, og hesir eru við til at hækka støðið á fótbóltinum her á landi.

Í sambandi við allar teir útlendsku spælararnar kemur ein skemtilig søga eisini undan kavi. Einaferð seinasta kappingarár dømdi Oddmar Andreasen ein dyst millum VB og TB. Ein av vágbingunum, ið er búsitandi niðri, men sum kom heim til fleiri dystir í fjør, er Magni Mohr. Hann hevur nokk so myrkt hold, og tá ið hann so einaferð gjørdi eitt fríspark, mistók Oddmar hann fyri ein av útlendingunum hjá VB. Hann fór tí yvir til Magna og segði: ?one more time and I give you yellow card?, og tá lat í Magna: ?hvat h?.. feilar ter???, og Oddmar gjørdist reyður um allan skortin. Teir tríggir dómararnir gleða seg til at sleppa í gongd aftur, og leggja okkum eina við, at teir partur ikki skal liggja eftir, tá ið tað kemur til at menna føroyskan fótbólt í kappingarárinum 1999!