Í nógv ár hevur verið tosað um, at føroyingar áttu at fingið sær eina veruliga fótboltscafé, soleiðis sum vit kenna tær uttanlands. Fleiri royndir eru eisinin gjørdar higartil, men ein av teimum meira væl eydnaðu, tykist kortini vera nýggja Glitnir í Vágsbotni.
Sunnudagar hava teir vanliga havt upphiting fyri áskoðarar á skránni, soleiðis at hesir kunnu sita í Vágsbotni og mýkja stemmubondini, áðrenn leiðin verður løgd niðan í Gundadal, og enskur fótbóltur hevur sjálvandi eisini verið á skránni.
Soleiðis var eisini sunnudagin, tá arvafíggindarnir Liverpool og Manchester United brustu saman á Anfield Road. Fjepparar í báðum legum høvdu boðað frá, at leiðin nú gekk oman í Glitnir, og tá dysturin varð blástur ígongd á miðdegi, var stúgvandi fult inni í hølunum.
Og tó at talan gjørdist um ein málleysan javnleik, har tað í nógvar mátar var langt millum snapsarnar, so nervaði hetta á ongan hátt huglaðnum. Stuðulsróp og -klapp vóru støðugt at hoyra - alt eftir hvør gjørdi hvat. Og einki man vera at ivast í, at bæði viðhaldsfólkini hjá Manchester og Liverpool eisini framyvir fara at síggja fleiri góðar dystir við stórskíggjan.