Fótbóltsárbókin er útkomin

Fótbóltur: Minnisvarðin um farna fótbóltsárið er størri, enn hann nakrantíð hevur verið áður

Sveinur Tróndarson


Ein av føstu jólagávunum ella kanska mandlugávunum í níti árunum hevur verið Fótbóltsárbókin, sum Forlagið Ítróttarbøkur hevur givið út hvørt ár síðani 1992.

Nú er árbókin fyri fótbóltsárið 1999 komin. Hon líkist sær sjálvari, men hon er størri, enn hon hevur verið nakað av teimum sjey undanfarnu árunum. Hesa ferð telur hon 168 síður.

Høvuðsparturin er ein lýsing av teimum átjan umførunum í landskappingini. Hetta verður gjørt í orðum, hagtølum og myndum. Í 1997 gav forlagið ítróttarbøkur eina bók út um fótbóltslandsliðið. Í summar kom henda sama bókin út á eingilskum, og tá vóru hagtølini yvir dystir og spælarar dagførd fram til 1. juli 1999. Í fótbóltsárbókini er meiri gjørt burtur úr landsliðshagtølunum, enn tað hevur verið gjørt undanfarin ár, og tað vil siga, at tú í árbókini finnur hagtøl yvir dystir og spælarar fram til og við landsdystinum niðri í Kekkia í oktober.

Í fótbóltsárbókini eru myndir av øllum FM vinnarunum og steypavinnarunum, og hvør einasti spælari, sum er á myndunum av FM og/ella steypavinnarum, verður nevndur við navni. Tað fevnir um allar deildir frá FM vinnarunum og steypavinnarunum í 1. deild hjá monnum og kvinnum úr KÍ og HB og til smápiltarnar hjá AB og pinkurnar hjá HB, sum vunnu FM.

Fleiri yvirlit og smáar søgur yvir met av ymiskum slagi eru í bókini. Eitt yvirlit vísir, hvørjir spælarar hava spælt og hvussu nógv í hvørjum dysti í 1. deild hjá monnum, talið á dystum hjá hvørjum einstøkum spælara í 2. deild finst eisini í bókini. Tað sæst eisini, hvørjir spælarar hava fingið flest gul og reyð kort, og hvussu nógv gul og reyð kort teir ymsu dómararnir hava givið.

Nú nítiárini eru farin afturum verður hugt afturum bak fyri at minna okkum á, hvørjir venjarar hava vant tey ymsu liðini í 1. deild tey seinastu tíggju árini.

Størsti parturin av myndunum er frá Ítróttarsosialinum, og Álvur Haraldsen hevur tikið tær flestu. Símun á Høvdanum, sum skrivar um ítrótt í Norðlýsinum, eigur eisini nógvar myndir.

Jóannes Hansen og Ivan Eginsson hava skrivað, og Finnur Helmsdal hevur verið við til at leggja bókina til rættis. Hestprent hevur havt alt tað tekniska um hendi, og Hestprent hevur prentað bókina. Hon fæst um alt landið, og hon kostar 140 krónur.