Fótbólt fram um konuna

Barclays, sum er høvuðssponsor fyri ensku Premier League, hevur gjørt eina kanning við 32.000 Premier League-fjepparum úr 185 ymsum londum. Ein partur av niðurstøðuni í kanningini er, at 49% av fjepparunum halda fótbóltin hava størri týdning enn húskið og parlag. Og ikki færri enn 80% søgdu, at fótbólturin er tað evnið, sum tey oftast tosa um.