Jógvan Hugo
Gardar, Oslo
Í fleiri ár varð hann nevndur sum møguligur ráðharri, men hann slapp ikki framat fyrrenn pápin, Thorvald Stoltenberg, fór frá sum uttanríkisrádharri. Norska lóggávan forðar fyri, at faðir og sonur sita sum ráðharrar í somu stjórn. Thorvald Stoltenberg sat sum verjumálaráðharri í stjórnini hjá Oddvar Nordli 1979-1980, og í fyrstu stjórnini hjá Gro Harlem Brundtland í 1981. Hann kom so aftur sum uttanríkisráðharri í teimum báðum stjórnunum, sum Gro Harlem Brundtland skipaði í 1987-89 og 1990-93. Thorvald Stoltenberg fór tá í starv sum friðarmeklari í gamla Jugoslavia.
Jens Stoltenberg byrjaði sítt virki í ríkispolitikkinum sum varalimur til Stórtingið 1989-93. Hann bleiv fastur tinglimur í 1991, tá Bjørn Tore Godal fekk ráðharrasess.
Árið frammanundan var hann skrivari hjá norska umhvørvismálaráðharranum. Aftaná valið í 1993 fekk Jens Stoltenberg sessin sum ídnaðar- og umhvørvismálaráðharri. Hendan sessin hevði hann fram til Gro Harlem Brundtland fór frá sum stjórnarleiðari í oktober 1996. Tá tók Thorbjørn Jagland við, og Jens Stoltenberg fekk tann týðandi sessin sum fíggjarmálaráðharri.
Tá miðflokkarnir tóku yvir í oktober 1997, og Kjell Magne Bondevik gjørdist forsætismálaráðharri, fór Stoltenberg aftur í Stórtingið, har hann fram til februar í sat sum formaður í orku- og umhvørvisnevndini. Hesar seinastu vikurnar hevur hann staðið á odda fyri tingbólkinum hjá Arbeiðaraflokkinum.









