Flest øllum dáma at fáa eitt gott fótabað, taka burtur harða húð, klippa neglirnar, fíla, smyrja og massera. Hørð húð og líktorn eru trupulleikar, sum koma av trýsti frá skóm, hørðum gólvum o.ø. Vit merkja eisini munin, um vit ganga á græsi ella á hørðum gøtum.
Tað er heilt vanligt at fólk klippa fótneglirnar ov stuttar ella ov rundaðar. Hetta kann føra til niðurgróvnar negl og kann vera pínufult. Í slíkum førum má neglin ikki klippast enn meira, tí tað ger bara alt nógv verri.
Apotekini hava baðsalt, krem, fílir, saksar, stuðulssokkar o.a. at røkja føtur, bein og negl við.
Fótsoppur
Fótsoppur er ein tann mest vanliga soppaígerðin. Vanliga hava umleið 15 prosent av íbúgvunum fótsopp. Fótsoppur trívist best í hita, og har tað er vátligt. Trupulleikin er vanliga størstur, hjá teimum sum ganga í ov tøttum gummiskóm, sum ikki turka føturnar nøktandi aftaná bað ella sum ganga nógv til svimjing, ítrótt ella fimileik/fitness.
Soppasmittan kemur ofta av sambandi við handklæði, fóttoy ella gólv. Soppur kann eisini spreiða seg til aðrar partar av kroppinum. Tað er tí av størsta týdningi at viðgera fyri fótsopp sum skjótast.
Tekin um fótsopp eru skriðandi og flusut útslett millum tærnar
húðin verður reyð, og kanska síggjast smáar vætufyltar bløðrur
Fótarøkt hjá diabetikarum
Um tú hevur sukursjúku (diabetes), er tað av týdningi at passa føturnar væl. Í hesum sambandi eru serlig atlit at taka.
Vaska føtur og leggir dagliga við lunkaðun vatni og mildari sápu. Turka væl og smyr síðani við vætukremi ella feitari kremi.
Tað verður frámælt at sita í fótabaði, men um ein ynskir at sita í fótabaði, skal hetta verða í mesta lagi í 5 minuttir, og vatnið skal ikki vera meira enn 37 stig - brúka møguliga eitt termometur
Sápa
Nýtið milda sápu t.d. eucerin flótandi sápu, Aderma sápu-bar, Apotekets baby-sápu ella Danatekt hår- og kropsshampo.
Til dagliga pleygu av vanligari húð verður smurt við t.d.: Eucerin lotión og Kosmea vætukrem.
Til dagliga pleygu av turrari húð verður smurt við t.d.: Archiv, Exomega krem og Decubal.
Um hælanir eru sera turrir og møguliga hava rivur er gott at brúka: Atrac-Tain krem.
Minnist til at turka væl ímillum tærnar og ikki at smyrja krem ímillum tærnar. Um tú fært líktorn, skal tú ikki nýta líktornsplástur, men fara til fótarøktara!
Skiftið sokkar hvønn dag, gott er at brúka sokkar úr ull ella bumull, sum ikki stramma og ikki hava seymir.
____________________________________________________________________
(í kassa)
Gott at vita um fótsopp
- Vaska tær um føturnar dagliga og turka tær væl, áðrenn tú letur teg í hosur og skógvar.
- Nýtið sandalur í umklæðingar- og baðirúmun
- Um tú hevur fótsopp, turka tá føturnar til seinast
- Um handklæði hevur verið í samband við fótsopp, skal tað vaskast við í minsta lagi 6o hitastigum
- Nýtið bummulls- ella ullintar hosir og skift dagliga ella oftari, um føturnar eru vátligar.
- Latið vera við at nýta skógvar úr eftirgjørdum tilfari, brúka leður, ella sandalir soleiðis at hiti og væta sleppur burtur.
Til ber eisini at nýta deodorant
____________________________________________________________________
www.apotek.fo









