ÍF tapti fyri fyrstu ferð

Næstbesta liðið hjá KÍ fór seinnapartin úr Fuglafirði við øllum stigunum

ÍF flutti í fjør niður úr bestu deildini, og avgjørda málið er at flyta uppaftur.

Úrslitið í dag vísti, at tað er langt á mál. Teir næstbestu hjá KÍ vóru í Fuglafirði, og teir fóru til hús aftur við 2-1 sigri.

Harvið er KÍ framvegis ósigrað. Úrtøkan úr fýra dystum er tíggju stig.

Tapið í dag var tað fyrsta síðani niðurflytingina hjá ÍF, sum hevur sjey stig eftir fýra dystir.

 

Dánjal Pauli Højgaard legði heimaliðið framum longu í øðrum minutti, og Eivin Sørensen javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Einasta málið í seinna hálvleiki gjørdi Jonn Johannesen, sum skoraði KÍ sigursmálið til 2-1, tá ið ein tími var farin.

 

Í gjár var upp á tal, at dysturin skuldi vera í Gøtu, tí ÍF ikki hevði loyvini, nú tað verður arbeitt við nýggjum húsum og áskoðaraplássum í Fløtugerði, men loyvini komu upp á pláss, og dysturin varð spældur í Fuglafirði.