Flogbóltur
Bert ein dystur varð spældur í fremstu mansdeildini í flogbólti um vikuskiftið.
Hesin var í Havn, har ÍF kom vann síni fyrstu stig hetta kappingarárið.
Fuglfirðingar verða roknaðir millum heitastu FM-biðlarnar í ár, og tað eydnaðist teimum eisini at vinna dystin í Havn, hóast avrikið var heldur sveiggjandi.
Í løtum varð Fleyr nevnliga spælt niður og norð, men tá ÍF ikki megnaði at halda dampinum uppi, kundu vertirnir eisini taka sær eitt av settunum. Men í longdini fingu teir tó ikki gjørt tað stóra við mótstøðuna.