ÍF - Víkingur 2-1 (0-1)
Fuglfirðingar vóru sum nátt og dagur, tá ið teir vendu hóttandi tapi til sigur í grannauppgerðini ímóti Víkingi. Í góðveðrinum fríggjakvøldið bar einki til í 1. hálvleiki, tá ið víkingarnir vóru grammari, funnu betri hvønn annan og megnaðu støðugt trýst á heimamálið.
Og í 11. minutti vórðu gestirnir avroknaðir kontant. Finnur Justinussen legði flatt innfyri úr vinstru, og í málteiginum stakk Hjartvard Hansen, sum hesa ferð var á sentrala miðvøllinum saman við Heðini Hansen og Hanusi Jacobsen, seg fram og stýrdi bóltin í málið.
Stórur fagnaður millum ikki serliga mongu Víkinga áskoðararnar, og sum hálvleikurin leið, kendist tað, at um eitt mál skuldi koma aftrat, so varð tað heldur tvífalding av leiðsluni talan fór at verða um, enn at heimaliðið skuldi skorað.
– Vit høvdu gott tak á tí, men eftir steðgin riggaði einki. Tá løgdu teir øgiligt trýst fyri dagin, og vit mugu staðfesta, at vit ikki vóru klárir at taka ímóti trýstinum. Tvey mál vórðu skorað úr málteiginum. Tað eigur ikki at koma fyri. Vit eru í aldudali, men nú mugu vit reisa okkum fríggjakvøldið, tá ið HB kemur á vitjan, staðfesti Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen, sum rósti mótstøðumonnunum fyri teirra avrik í 2. hálvleiki.
Fuglfirðingar vóru í púra øðrum hami, tá ið teir komu aftur á vøllin. Mótstøðumenninir vórðu trýstir langt aftur á vøllin, Høgni Zachariassen og Poul Nolsøe Mikkelsen, sum loysti leikbannaða Bartal Eliasen av, høvdu gott tak á tí í miðverjuni, og Øssur Dalbúð, sum hesa ferð var framrættaður miðvallari, arbeiddi øgiligt saman við Hera Nesá og Boga Reinert Petersen:
– Vit avráddu í steðginum, at hetta bar ikki til. Undan steðginum var liðavrikið ikki nóg gott og skipað, men tað broyttu vit, vit skoraðu tvey góð mál, og vit kundu havt skorað fleiri, staðfesti Øssur Dalbúð.
Útjavningini stóð Poul Nolsøe Mikkelsen fyri. Fyrsta málið í bestu deildini varð veruleiki, tá ið hann við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi úr vinstru í málið. Og lítla løtu seinni var tað Clayton Soares, sum við høvdinum stýrdi innleggi úr høgru frá væl upplagda Leivi Joensen í málið.
Sum tíðin leið, breiddi mótið og eldurin á vøllinum seg eisini út millum áskoðararnar, ið stórfegnaðust, tá ið skilagóði Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Tað var ikki so undarligt. ÍF liggur trygt á næstfremsta plássinum, og í hesum førinum taldi tað ikki minni, at tað loksins eydnaðist at vinna á Víkingi í Fuglafirði. Tað er ikki komið fyri áður.
Síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008, hava teir fimm ferðir spælt landskappingardyst í Fuglafirði, og hvørja ferð eru teir farnir úr Fløtugerði við fullari úrtøku. Men nú gekk tað ikki longur. Einasti ÍF spælarin, sum minnist aftur á heimasigur á gøtumonnum, er ÍF liðformaðurin Høgni Zachariassen. Hann var við, tá ið ÍF 3. apríl 2005 vann 4-3 á GÍ. Men tað er søga. Í dýrdarveðrinum hásummarkvøldið 21. juni 2013 eydnaðist tað fuglfirðingum loksins á heimavølli at fáa bilbukt við Víking, og tað varð feirað við manér – bæði á vøllinum og kring vøllin.
– Vit fegnast um støðuna, men vit kundu verið tættari toppliðnum. Men hjá okkum er ikki annað at gera enn at savna okkum um okkara dystir, og hesin sigurin kennist serliga søtur, var staðfestingin hjá Øssuri Dalbúð. Og tað hoyrdist væl, at øll í reyðu leguni vóru samd við honum!